Mentan

Sunnudagin verður tað - Tá Føroyar renna

...

2020-06-04 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað táttar skjótt í 300 luttakarum úr øllum Føroyum og tú kanst eisini koma við.Vit renna ella ganga 5 ella 10 km, ½ marathon ella onkran annan tein, har vit hava hug. Vit vita onkran sum rennur í Skúgvi, onkur rennur í Fugloy, úti í Nólsoy renna og ganga tey eisini og rennifeløgini í Vágunum og Eysturoynni renna og hugna sær aftaná. Og í Havn eru fleiri ætlanir um at renna ½ og heilt marathon.

Kemur tú ikki eisini við? Tú meldar til inni á renn.fo, fært start nr við teldupostinum, og tá tú hevur runnið ella gingið, tøppar tú úrslitið inn á renn.fo og so fært tú eitt heiðursmerki sendandi. Og tað er púra ókeypis.

Bragdið og Tórshavnar Kommuna bjóðar øllum áhugaðum við til ársins renniveitslu, saman men hvør sær.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder