Vinna

Sunda kommuna: Bussleiðin yvir 6.000 ferðandi

...

2019-01-04 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Bussleiðin er komin fyri at vera. Tølini yvir ferðandi í 2018 vísa at 6033 ferðandi hava koyrt við bussleiðini og er hetta ein munandi hækking í mun til 2017 tá 5686 ferðandi brúktu bussleiðina.

Bussleiðin í Sunda kommunu hevur koyrt síðani 2. januar 2017. Síðst í 2018 varð samtykt av býráðnum at bussleiðin skuldi halda áfram í 5 ár og koyringin varð boðin út.

Í tí sambandi er nakrar broytingar gjørdar í ferðaætlanini. Nýggja ferðaætlan kemur í gildi mánadagin 7. januar 2019. Ferðaætlanin verður borin í hvørt hús í Sunda kommunu í komandi viku. Nýggja ferðaætlanin er eisini tøkher.

Bussleiðin er ein ókeypis tænasta til borgarar í Sunda kommunu sum koyrir allar gerðandisdagar frá kl. 16.00 til 22.00.

Rís og rós um bussleiðina og ferðaætlanina kunnu sendast til[email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder