2021-07-14 15:35
??vissan um koronusmittuna og almennu tilmælini gera, at Summar Festivalurin 2021 verður avlýstur.
Landsins størsta tónleikatiltak skuldi haldast dagarnar 5. til 7 august, men tað verður av ongum. Hetta er annað árið á rað, at Summar Festivalurin verður avlýstur orsakað av koronufarsóttini.
??? Tað er framvegis rættiliga ógreitt, um tað ber til at savna stórar fólkamongdir fyrst í august mánaði, og óvissan ger, at vit nú velja at avlýsa Summar Festivalin, sigur Erik Biskopstø, stjóri fyri Summar Festivalin.
??? Vit hava seinastu tíðina arbeitt miðvíst við fyrireikingunum til ársins festival, men nú velja vit at traðka á bremsuna. Summar Festivalurin er eitt risastórt tiltak, sum krevur sera nógv arbeiði frá nógvum fólki, og vit halda ikki, at tað er ráðiligt at halda fram við fyrireikingunum, tá ið møguleiki er fyri, at festivalurin kann verða avlýstur, stutt áðrenn hann skal haldast. ??vissan og vágin eru heilt einfalt ov stór, sigur hann.
??? Vit hava glett okkum til halda Summmar Festivalin í ár, og vit harmast um, at tað er neyðugt at taka hesa avgerð, men vit kenna okkum ikki hava annað val, sigur Erik Biskopstø.
Í næstum kemur kunning um endurrindan av atgongumerkjum.
Summar Festivalurin 2022 verður hildin dagarnar 4. til 6. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald