2021-05-06 22:25
Brókatáttur:
32. Fært tú ikki silvurpening
ella tess virði fult,
tak mína jørð í Mykinesi,
er betri enn reyðargull!
33. Tú tak mína jørð í Mykinesi
innan og uttan fyri garðar,
har hanga eingir lepar við
uttan Nilsi eitt túmark betala.
34. Hon fóðrar bæði neyt og seyð,
ryssur og so hestar,
súlan úti í hólminum
hon man vera tann besta.
35. Kóparnir undir oynni liggja,
lundin flýgur í ring,
grásúlan í hólminum
hon kann lýsi bringa.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald