Ítróttur

Súkklukapping fríggjadagin 16. mai - 4. etapa av Effo Kring Føroyar 2014

...

2014-05-14 02:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 TSF.fo skrivar: So fara vit aftur at kappast. Hesa ferð vitja vit Suðuroynna. Dýri biðidagur er fríggjadagin, og tí er ferðaætlanin hjá Smyrli broytt. Vit fara úr Havnini kl. 10 og av Drelnesi kl. 21.

Eftir ætlan skuldu vit kappast 17. mai, men kappingin er flutt orsaka av, at Team Rynkeby skipar fyri kapping tá.
Vit koyra Kring Føroyar teinin, og tað er av Tvøroyri, til Fámjin, Hovsegg, til Vág, til Lopra, um Hestin til Sumba og so allan vegin aftur á Tvøroyri. MEN hættir man sær IKKI at koyra hendan teinin, ja so er eisini møguleiki at koyra ein styttri tein. 
Tey sum velja styttra teinin koyra IKKI til Fámjin og IKKI til Sumbiar. Hesi venda í Lopra. 
Tann longri teinurin er uml. 110 km og tann styttri uml. 50.
Startur og mál er á Effostøðini á Tvøroyri. 
Vónandi verður undirtøkan góð. Tilmelding skal gerast áðrenn hósdagin 15. mai á middegi. Send mail til[email protected] um T?? ynskir at luttaka.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder