KVF.fo skrivar: Ein 59 ára gamal maður á súkklu doyði seinnapartin í Kollafjarðartunlinum, tá maðurin kom fyri ein bil, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, sum fekk fráboðanina klokkan 14:47.
Maðurin kom súkklandi í tunlinum, tá hann av higartil ókendum orsøkum kom fyri ein bil, ið koyrdi suður eftir. Enn veit løgreglan ikki nágreiniliga, hví ferðsluvanlukkan hendi.
Løgreglan er í løtuni í gongd við at avhoyra bilføraran, ið koyrdi bilin, sum koyrdi á mannin á súkkluni, so greiða kann fáast á orsøkina til ferðsluvanlukkuna, ið kravdi eitt lív seinnapartin.
Bilførarin varnaðist ikki mannin á súkkluni
- Tað, sum vit fyribils vita, er, at bilførarin sá ikki mannin á súkkluni, fyrr enn ov seint var, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Kristina Christiansen.
Talan er ikki um ein av sonevndu Rynkeby-súkklarunum, ið hava verið at sæð á føroysku vegunum seinastu mánaðirnar, verður upplýst á politistøðini í Havn.
Tey avvarandi hjá manninum, ið doyði í ferðsluvanlukkuni, eru kunnað um ferðsluvanlukkuna, sigur Kristina Christiansen, vakthavandi á politistøðini í Havn, við kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald