Suðurstreymoyar kirkjubók 1757-1851 verður løgd fram í Finsen í kvøld klokkan sjey.
Hetta er tann sætta av kirkjubókunum fyri allar Føroyar. Tann fyrsta kom út 7. juli í fjør, og nú eru tær fyri Eysturoynna, Norðoyggjar, Vágar og Norðstreymoy komnar fram til 1892. Eftir eru tær fyri Suðuroynna, Sandoynna og tann seinna fyri Suðurstreym fyri árini 1852-92.
??ll tey, sum vilja fáa nakað at vita um sína ætt, kunnu nú fáa hollan kunnleika. Tað eru Petur Martin Rasmussen og Johan G. Mikkelsen, sum hava skrivað bókina av, og Erling Isholm hevur gjørt stílin, har bæði mannanøvn og staðarnøvn eru at finna.
Heðin Mortensen fer at bjóða vælkomin.
Uni Næs, dómpróstur og Heri Joensen, sóknarprestur, fara at greiða frá um týdningin kirkjubøkurnar hava.
Sharon Weiss og Lukas Djurhuus Olsen fara at spæla tey løg ið spæld vóru tá fyri skansaliðinum.
??ll eru vælkomin.
Felagið Varðin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald