Mentan

Stuttlig endurreising á Norðoyastevnu

...

2018-05-22 17:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Norðoyastevnan ið verður hildin í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í juni, er fyrsta stevnan á árinum. Tað er á Norðoyastevnu, at kappróðrarfeløgini skjóta kappingarárið í gongd, og soleiðis eisini summarið. Hettar er nú sum fyrr, men Norðoyastevnan kann sigast at verða nógv broytt síðani tað bleiv koyrandi ígjøgnum Norðoyatunnilin. Ein fastur táttur ið plagdi at verða á Norðoyastevnu var Norðoyastevnuteitið; ella bert ???teitið??? ið tað varð kallað. Teitið, sum vit kendu tað, fór tó í dvala og hevur ikki verið á Norðoyastevnuskránni síðani 2005. Teitið, har tað ið áður var so álvarsamt, í eina løtu varð vent til skemt, varð altíð væl vitjað. Ikki minst varð tað ómakaleyst hjá stevnugestum, at detta inn á gátt í Atlantis, har leikarar úr Klaksvíkar sjónleikarafelag syrgdu fyri, at vit saman kundu flenna at lokalum og samfelagsligum evnum, ið høvdu stungið seg upp ígjøgnum árið; ella bert fyri lítlari løtu síðani. Jú víst var tað gaman at møtast á stevnu!

Eftir øll hesi árini uttan teitið á Norðoyastevnuskránni, endurreisa klaksvíkingar nú Norðoyastevnuteitið! Og Klaksvíkar Sjónleikarafelag syrgir fyri, at til Norðoyastevnuteitið 2018 verður alt sum fyrr: Onkur rámandi táttur, túnatos á tiltikna bonkinum og tónleikur frá húsaorkestrinum ??? alt samalt á pallinum í Atlantis. Endurreisingin 2018 snýr seg um, hvussu vit onkuntíð muga lýta aftureftir, fyri at kunna flyta okkum frameftir.

Endurreising av Teitinum og Nevndini

Á nevndarfundi hjá Klaksvikar sjónleikarafelag 17. mai, varð nevndin skipað av nýggjum. Norðoyastevnuteitið 2018 verður sostatt endurreist, undir leiðslu av nýggjari nevnd, sum nú sær soleiðis út: Ann Mari Jaspursdóttir Midjord (forkvinna), Durita Samuelsen (næstforkvinna), Nicolina Rubeksen (skrivari), Louis Poulsen (kassameistari), Durita Joensen (nevndarlimur), Jógvan Salomon Joensen (tiltakslimur) og Jógvan á Høvdanum (tiltakslimur).

Mest sum øll nevndin verður at síggja á palli á Norðoyastevnu, við einari rúgvu av góðum fólki afturat sær. Norðoyastevnuteitið 2018 kann sigast at verða væl manna, við einari stórari leikarafjøld, ljóð- og ljós monnum og tónleikarum:

Tey leikandi: Durita Joensen, Emry Jo, Louis Poulsen, Jógvan á Høvdanum, Eliana Svøðstein, Barbara Hentze, Durita Samuelsen, Nicolina Rubeksen, Jancy Poulsen, Liljan Eysturdal Køtlum, Clara Kristina Sigurðsson og Hanus Gregersen.

Ljóð- og ljós menn: Rói Leiti Poulsen og Kristian Danbjørg Heinesen
Tónleikarar: Oddur Joensen (gitar), Djóni Nolsøe Fischer (bass) og Harald Fonsdal Johannesen (trummur)

Ongantíð hevur ein endurreising verið so stuttlig, og til ber at uppliva hana, við at trýsta á leinkjuna her:http://www.atlantis.fo/cinema/movie/18590

Vit gleða okkum at síggja tykkum í Klaksvík. Góða Norðoyastevnu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder