Mentan

Stúgvandi full kirkja í Elduvík

...

2018-04-24 20:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sannur hátíðardagur var í Elduvík í gjár og bygdarfólkið hevði gjørt nógv burturúr, nú Hans Pauli Olsen, listamaður, skuldi greiða frá tankum og hugskotum í sambandi við listaverkætlanina;

??? Vit varðveita søgnina um Marmennilin??? .

Gott og væl 130 fólk vóru savnaði í kirkjuni í Elduvík. Tey, sum møttu, fingu eina neyva frágreiðing, bæði um søguna um Anfinn Bónda og søgnina um Marmellinin. Eftir hetta greiddi Hans Pauli Olsen og Høgni Kastalag, Fuglark, frá tankum um millum annað lendið og standmyndina. Ikki var loyvt at taka myndir av hugskotinum, tí sum listamaðurin vísti á, so er tað at gera eina standmynd ein skapandi tilgongd sum tillagast við tíðini.
Sum umboð fyri Runavíkar kommunu segði Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, nøkur orð og Martin Joensen endaði kvøldið við vøkrum tónum.At enda vórðu øll boðin inn í skúlan til fiskasúpan.
Sí myndir frá tiltakinum niðanfyri her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder