2021-09-17 09:56
Leygardagin skipar Flogbóltsfelagið Dráttur fyri maratonflogbólti á Giljanesi við luttøku av øllum leikarum hjá Drátti. Flogbólturin byrjar kl. 10:00 og fer ætlandi at verða í gongd til kl. 17:30. Í sambandi við tiltakið savna allir leikarar pening inn til flogbóltsvirksemi hjá Drátti. Til ber at stuðla á kto. 6460-153.925.8 og viðmerkja "MF".
Kl. 11 byrjar Tombola og kl. 12 og kl. 15:30 verða fyrilestrar v/Elsu Sandberg Nielsen frá Matbitanum um evni "kostur og ítróttur." Kl. 13:30 hevur Matbitin smakkiroyndir.
Flogbóltsfelagið Dráttur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald