2014-05-02 18:08
Í kvøld (fríggjakvøldið 2. mai) kl. 20.00 skipar Ísraelstoymið ???14 fyri stuðulskonsert í missiónshúsinum Tabor á Toftum.
Tað verður rættiliga fjølbroyttur sangur og tónleikaframførslur á skránni. Tey, ið framføra, eru Heine Lützen, Harmonikuvinir, Olvheðin Jacobsen og T.O.S. Á skránni er eisini felagssangur, andakt, frágreiðing um ferðina, drekkamunnur og høvi er at geva eina gávu til Ísraelstoymið ???14.Ísraelstoymið fer aftur í summar at samstarva við eina kirkju í Isfiya í Norðurísrael, har toymið fer at tæna og hjálpa til við summarlegum, hjálpararbeiði og øðrum. Toymið, ið telur 15 persónar, fer avstað 10. juli og verður aftur 1. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald