JN

Stuðul til Fountain Hús verkætlan

...

2014-02-18 18:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Annika Olsen, landsstýriskvinna hevur gjørt av at lata Fountain Hús tvær mió. kr. í stuðli. Stuðulin er til eina royndarverkætlan at seta á stovn eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálarligar trupulleikar.


Á fíggjarlógini fyri 2014 eru tvær mió. kr. settar av til at skipa eitt arbeiðsrættað tilboð við Fountain Hús sum fyrimynd. Lýst varð eftir umsóknum í januar, og inn komu tríggjar umsóknir, har bara tann eina varð mett at lúka treytirnar at fáa stuðul.

Endamálið við Fountain Hús er at skapa møguleikar hjá fólki við sálartrupulleikum/sjúkum at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum. Málið er, at fleiri sálarsjúk fáa eina meiningsfulla tilveru, sum gevur teimum innihald í gerandisdegnum.

Stutttíðarmálið við verkætlanini er at staðfesta tørvin hjá málbólkinum, ynskini hjá arbeiðsmarknaðinum, umframt at kanna, hvør tørvurin er á einum slíkum tilboði. Langtíðarmálið við verkætlanini er at stovna eitt klubbhús eftir galdandi rættningslinjum, at stovna eitt arbeiðsrættað/arbeiðsmarknaðar tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálartrupulleikar.

Landsstýriskvinnan er sera fegin um, at tað nú loksins ber til at fara undir hesa verkætlan, sum umsøkjararnir í fleiri ár hava víst, at tørvur er á, og hava arbeitt miðvíst við at fáa sett á stovn.

Stuðulin verður latin royndarverkætlanini í trý ár, treytað av, at játtan er á fíggjarlógini í 2015 og 2016 til endamálið, og at verkætlanin annars framhaldandi lýkur tær treytir, ið eru ásettar í reglugerðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder