Vinna

Streymmátingar eitt ár afturat

...

2018-04-13 09:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan søkti í vetur um fígging frá Dancea grunninum hjá Energistyrelsen í Danmark til at halda fram við týdningarmiklu mátingunum av Føroyastreyminum og rákinum í Bankarennuni. Energistyrelsen hevur nú játtað 800.000 kr til hesar mátingar.

Í verkætlanini verða streymmátarar lagdir út nú í summar og tiknir uppaftur á sumri 2019. Harafturat verða tvær rammur við hitamátarum settar á botn, og við teimum fer at bera til at máta hitan niðri við botn í upp til fýra ár. Í sambandi við, at Energistyrelsen hevur játtað fígging til fleiri verkætlanir, er tíðindaskriv sent út, og heimasíðan hjá Danmarks Radio hevur m.a. skrivað um verkætlanina FARMON II hjá Havstovuni ??? tað skrivið kann lesast her.

FARMON II-verkætlanin er framhald av FARMON-verkætlanini, sum eisini er fíggjað av Dancea. Tann verkætlanin byrjaði 1. apríl 2017 og endar 31. mars 2019. Meiri er at lesa um FARMON her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder