JN

Stórsligin móta- og lívsstílsstevna

...

2014-03-31 13:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Frá 25. ??? 27. apríl skipar fyritøkan Censure fyri stórslignari móta- og lívsstílsstevnu í gomlu hølunum hjá 360 á Hjalla 4.

Talan er helst um størstu móta- og lívsstílsstevnu higartil og við heili 2500 m2 og áleið 48 básum verða hølini á tremur við nýggjastu brellbitunum til bæði hennara og hansara.

- Hetta verður ein heldur øðrvísið og forvitnisliga stevna, har vit velja at leggja dent á uppliving. Stóru og snotuligu hølini verða væl innrættað, tí vit ynskja, at vakurleikin av sjálvum bygninginum kemur til sín rætt. Við stóru og opnu hølunum víkja vit frá tí tronga følilsinum, ið mangan gerst ein trupulleiki, tá ið so nógvir handlar skulu umboðast á eini stevnu. Tað verður eitt opið umhvørvi við eini hugnaligari kafé har til ber at seta seg at njóta ein betri bita, sigur Høgni Thomsen, ein av fyriskiparunum.

Áleið 48 básar eru á stevnuni og eru hettar handlar, ið m.a. umboða klæði, brúkslutir, vælveru og vakurleika, teldur, kamping og bilar og motorsúkklur. Harumframt hevur Hotel Føroyar forkunnuga kafé, har borðreitt verður við vælsmakkandi rættum og leskiligum drykkivørum.

- Fyri at skapa eina øðrvísi uppliving hava vit eisini valt at hava ein pall og heili 230 sitipláss. Skráin inniheldur m.a. spennandi fyrilestrar, áhugaverdar samrøður, livandi tónleik og hópin av mótasýningum. Skráin er ikki fullfíggjað enn, tí eg fái hópin av góðum hugskotum frá ymiskum fólkum, so endaliga skráin verður kunngjørd seinri, sigur ein spentur Høgni Thomsen.

Vikuskiftispass á einans kr. 100,- kunnu keypast í forsølu í Vodafone handlum kring landið. Harumframt ber til keypa dagatgongumerki við dyrnar á kr. 60,-.

So takið onkran undir armin og vitjið okkum á Hjalla 4, 25.-27. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder