2013-08-10 15:37
Zarepta verður munandi útbygt. Fyrr í ár varð stórt parkeringspláss gjørt norðanfyri Zarepta og eisini varð grivið út fyri nýggja bygninginum, sum eisini skal rúma stórum svimjihyli.
Elementini til útbyggingina eru keypt uttanlanda og er ein partur komin, tað stendur á bryggjuni í Miðvági. Í komandi viku koma tey seinastu elimentini við farmaskipi á Miðvág.
Mánadagin 26. august verður byrjað, at seta elementini upp, tað verða útlendingar, sum standa fyri tí arbeiðinum, teir koma higar í komandi viku við allari útgerð m.a. einum stórum krana, sum skal brúkast í samband við uppsetanina av nýggja bygninginum.
Tað skal ganga skjótt við útbyggingini, tí longu um miðjan oktober skal bygningurin verða innilokaður.
Myndirnar eru tiknar í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald