JN

Stór seismikk-kanning eystan fyri føroyska markið

...

2013-08-02 00:57 Author image
placeholder

Oljan.fo skrivar:

Norska seismikkfelagið TGS hevur fingið til uppgávu frá fleiri oljufeløgum at fremja eina 3D seismiska kanning skamt frá føroyska markinum. Felagið skal kanna eitt øki uppá 2420 ferkilometrar á Rona Rygginum, sum gongur millum Hetland og føroyska markið.

Oljufeløgini, sum hava biðið um kanningina, skulu brúka úrslitið av henni í sambandi við fyrireiking av komandi 28. útbjóðingina í hesum økinum.

Sambært heimasíðuni hjá TGS er talan um ta fyrstu 3D kanningina, sum verður gjørd í hesum partinum av tí lovandi Atlantsmótinum.
TGS hevur eisini fingið til uppgávu at gera 2D seismikk-kanningar í Newfoundlandi og Labrador.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder