Síðstu tjúgu árini er talið av fosturtøkum í Føroyumminkað støðugt. Síðani miðskeiðis í 1990-unum, har tað lá millum 50-60 fosturtøkur árliga, er tað støðugt minkað niður móti 30 síðstu árini og nú heilt niður í 23 í 2013. Tølini eru smá, so sveiggini eru stór frá einum ári til annað, men langtíðargongdin ella trendurin er greiður, sum eisini sæst á strikumyndini niðanfyri.
Eisini tá vit rokna fosturtøkurnar lutfalsliga í mun til talið á livandiføddum, er myndin tann sama. Miðskeiðis í 1990-unum vóru tað um 80-90 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandifødd, men er síðstu árini minkað niður móti 50 og nú í 2013 niður um 40.
Nógv fægstar fosturtøkur í Føroyum
Samanborið við onnur Norðurlond eru nógv fægstar fosturtøkur í Føroyum, roknað fyri hvørji 1000 livandifødd. Grønland stendur heilt fyri seg, har umleið líka nógvir abortar eru sum livandifødd. Í hinum Norðurlondunum eru lutfalsliga 4-7 ferðir so nógvar fosturtøkur sum í Føroyum. Leggjast kann aftrat, at føroyska fosturtøkulógin er eisini tann, sum nógv mest avmarkar atgongdina hjá kvinnum til fosturtøku.
Dagførda talvan við upplýsingum um fosturtøkur í Føroyum er í Hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald