JN

Støðugar skattainntøkur

...

2013-09-03 19:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skattainntøkurnar hjá bæði landi og kommunum hava verið støðugar stóran part av árinum. Nýggjasta skattauppgerðin hjá TAKS vísir, at gongdin seinastu mánaðirnar heldur fram.

Landið hevur fyrstu átta mánaðirnar í ár fingið nærum somu skattainntøku sum sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 814 milliónir krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er talan um eina evarska lítla minking. Ítøkiliga er skattainntøkan minkað við 0,1 prosenti.

Føroysku kommunurnar hava higartil fingið minni inn í skatti fyrstu átta mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 933 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 11 milliónir krónur ella 1,2 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Millum størru kommunurnar hava Klaksvíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu átta mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent samanborið við í fjør.

Fyrstu átta mánaðirnar í 2013 eru slakar 152 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 26 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 17 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.

Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjasther
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjasther

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder