Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann vera trupult at eydnast við at leggja av. Skal tað eydnast, er umráðandi at løtan, er tann rætta fyri teg.
Motivatiónin hevur alt at siga. Hesir 3 spurningarnir kunnu hjálpa tær at meta um tína motivatión:
- Nyttar tað?
- Fari eg at klára tað?
- Loysir tað seg?
Eitt avgjørt ja til allar spurningarnar er altavgerandi fyri, at tú klárar at broyta tínar vanar. Svarar tú ikki beinanvegin ja til allar spurningarnar, er løtan kanska ikki tann rætta. Einki er verri fyri motivatiónina enn ein hálvhjartað roynd, sum endar galið.
Er svarið avgjørt ja til allar spurningarnar, kunnu vit vísa á, at stigvís minking gevur besta úrslitið. At minka um roykingina í smáum er eitt vælumtókt alternativ til at leggja av her og nú. Hetta er ein fyrireikingartíð, har tú kanst uppbyggja motivatiónina og tilvitanina um roykingina, samstundis sum tú so smátt lærir teg at fáa stýr á trongdini og venur kroppin av við nikotinið. Eitt tíðarskeið á umleið 10 dagar verður viðmælt til stigvísu minkingina.
Sundhed.dk hevur eitt 10 dags programm til at leggja av at roykja. Fólkaheilsuráðið hevur latið hetta umseta, og programmið er tøkt á okkara heimasíðu.
Fá meira kunning um programmiðher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald