Ítróttur

Steypavinnarar halda fram í Kyndli

...

2014-03-28 04:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kyndil.fo skrivar: Nú er greitt, at Geir Wardum, Hjalmar Klein Olsen og Finnur Hansson halda fram sum venjaratoymi hjá besta mansliðnum hjá Kyndli kappingarárið 2014/2015. Eisini David Edvardsen og Hørður Fannar Sigthórsson halda fram sum spælarar, og útlit eru til, at flestu av hinum spælarunum eru fúsir at fara til verka næsta kappingarár.

Besta mansliðið hjá Kyndli streyk avstað við gullinum í steypakappingini í ár við at vinna 22-20 á KÍF í finaluni. Byrjanin í landskappingini var heldur trilvandi, men síðan fyrst í desember hevur gingið væl, og nógv stig eru fingin til høldar.

Geir Wardum, Hjalmar Klein Olsen og Finnur Hansson hava samstarvað fyrimyndarliga væl í venjaratoyminum, og Finnur hevur haraftrat verið lyklaspælari. Tað hava David Edvardsen og Hørður Fannar Sigthórsson eisini verið í bæði álopi og verju.

??tlit eru til, at teir flestu av hinum spælarunum í hópinum eisini halda fram, so felagið kann fegnast um, at hópurin eftir øllum at døma ikki viknar. Haraftrat eru útlit til, at onkrir spælarar koma aftur til felagið, og tað skuldi bara verið ein styrkur.

Serbiski málverjin, Mladen Mjerimacka, sum hevur verið eyðsýndur styrkur í ár, hevur enn ikki gjørt av, um hann skal spæla á evropeiska meginlandinum næsta kappingarár ella í Føroyum. Men spælir hann her, verður tað í Kyndli, ger hann greitt.

Kyndilshópurin hevur spælarafund fyrsta dagin, har venjaratoymið saman við hópinum fer at seta út í kortið, hvussu fyrireikingarnar til næsta ár skulu fara fram. Nevndin í Kyndli fegnast um, at skjótt er atborið í ár at seta kósina fyri næsta kappingarár.

Í felagnum er størsti spenningurin annars nú um, hvussu fer at gangast kvinnuliðnum í FM-finalunum ímóti VÍF á páskum. Kvinnuliðið hevur tikið seg støðugt fram seinnu árini, og nú er ein møguleiki at røkka heilt upp á toppin. Stuðulin fer so ikki at tróta!

Hetta hevur fyri tað mesta verið manshópurin í ár:

Mladen Mjerimacka
Jan Pauli Johannesen
Dávur Clementsen
Finnur Hansson
Høgni Klein Olsen
Ludvík Súnason
Julian Johansen
Hørður Fannar Sigthórsson
Andrias Sólsker
Bárður Johannesen
Hans Arni Thomsen
Torvald Abrahamsen
Hjalti Bachmann
Oyvindur Lutzen
Josef Abrahamsen
David Edvardsen
Bjarni Sørensen
Tróndur Jensen
Hans Áki Dal-Christiansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder