Steypakapping, kvinnur: Fleyr, SÍ og TB eru víðari
Trý lið hava longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í kvinnuflogbólti. Fjórða liðið verður funnið fyrst í januar mánaði. Og tað áhugaveda er, at trý lið kappast um seinasta plássið í hálvfinalunum.
Sunnudagin gjørdist endaliga greitt, at Fleyr, SÍ og TB hava kvalifiserað seg til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum.
Í bólki 2 var rættiliga javnt áðrenn umfarið í gjár. SÍ lá best fyri, men í roynd og veru kundu øll liðini spælas eg víðari.
SÍ var á vitjan hjá ÍF í Kambsdali, og tann dysturin endaði við 3-0 sigri til gestirnar. Tølini kunnu geva ábendingar um, at tað var ein tryggur sigur, men tað var bara í fyrsta setti, at munurin var so stórur. Tey bæði næstu settini endaðu 27-25 og 28-26 til SÍ, so har var javnt. Men tað var nóg mikið til sigur og til eitt pláss í hálvfinalunum í steypakappingini.
Hin dysturin var millum TB og Mjølnir í Trongisvági, og hóast gestirnir byrjaðu best og vunnu fyrsta sett, so fótaði heimaliðið sær og endað við at vinna 3-1, og seinna plássið í hálvfinalunum í bólki 2
.
Í bólki 1 tók Fleyr ímóti oddaliðnum í landskappingini, Drátti, sum kom á vitjan í Gundadalshøllini, og har skuldi gerast av, hvat av liðunum skuldi vinna bólkin.
Liðini vóru púra jøvn undan seinasta dystinum, við tað at bæði liðini høvdu fýra stig fyri tveir dystir, men Dráttur hevði betri settmun.
Hetta hevði tó ikki stórvegis ávirkan, tí tá dysturin var liðugur, hevði Fleyr vunnið ein greiðan 3-0 sigur á oddaliðnum í landskappingini. Tað hevur við sær, at tað nú er greitt, at Fleyr vinnur bólk 1 við sjey stigum, og tað vil siga, at tær eru víðari.
Hinvegin er ikki greitt, hvat hitt liðið í bólki 1 verður. KÍF og Ternan skuldu eisini spæla í sunnudagin, men tann dysturin mátti útsetast. Nýggi leikdagurin er settur at vera 5. januar.
Sum støðan er nú, kunnu øll trý liðini í bólki 1 spæla seg víðari. Dráttur liggur best fyri, tí tær hava fýra stig og ein settmun uppá -1. Men av tí, at KÍF og Ternan bæði hava tvey stig, og ein settmun uppá ávikavist -1 og -2, kunnu bæði liðini enda frammanfyri Drátt. Vinnur annað av liðunum 3-0 ella 3-1, fær vinnandi liðið trý stig, og so eru tær frammanfyri. Og vinnur KÍF 3-2, er tað eisini nóg mikið. Tí tá endar KÍF eisini á fýra stigum, men við betri settmuni enn Dráttur og eisini betri innanhýsis.
Tí er í løtuni bara greitt, at Fleyr, SÍ og TB eru komin víðari í hálvfinalurnar, sum vera spældar í høllini á Hálsi tann 11. februar 2017.
??rslitini um vikuskiftið vóru annars hesi:
Bólkur 2:TB-Mjølnir 3-1 (20-25, 25-16, 25-18, 25-9)
Bólkur 2: ÍF-SÍ 0-3 (16-25, 25-27, 26-28)
Bólkur 1: Fleyr-Dráttur 3-0 (25-17, 25-14, 25-21)
Bólkur 1: KÍF-Ternan er útsettur til 5. januar 2017
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald