Vinna

Stelkur og Bakur fullfermdir av upsa

...

2014-03-11 21:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stelkur og Bakur hava gjørt ein góðan upsatúr, teir eru fullfermdir - hava uml. 360.000 pund av stórum og góðum upsa. Teir landa í dag til Faroe Origin í Runavík.

Stelkur og Bakur hava roynt eystanfyri, teir byrjaðu túrin 1. mars.

Av Faroe Origin siga tey, at í morgin landar eingin, men Rókur og Lerkur landa hósdagin.

Allur partrolaraflotin roynir eystanfyri, har eru 9 pør í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder