Mentan

Standmyndin: Røðan hjá Dagbjørn Hansen

...

2021-06-22 21:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seyðamaðurin á Sondum

Góðu áhoyrarar.

Á hesum øki niðri við Sjóðberið er sera vakurt. Vit síggja Stórá við

teimum vøkru hólmunum, har áin rennur á sjógv. Vit síggja sandin og

vágin, her stendur kirkjan so vøkur.

Løgið er, at ein seyðamaður á Steig saman við øðrum reisir eina standmynd av einum seyðamanni á Sondum, men so er.

Nú er so løtan komin, sum vit so leingi hava bíða so spent eftir.Her hava vit eitt

vælaverk, sum listamaðurin, Hans Pauli Olsen, hevur gjørt. Tað er stórt og

ógvuliga prýðiligt. Vælaverkið byggir á søgnina, um Seyðamannin á

Sondum, sum eitt kvæðið eisini er yrkt um.

Eg fari at líta aftur á, hvussu alt hetta byrjaði.

Tað byrjaði við, at eitt gróthús var laðað uppaftur í 2015, ið var dottið niður av

tíðarinnar tonn uppi á Reynabrúgv. Tá ið tað var liðugt, varð farið í holt við at gera Garðsmyllina, sum stendur niðarlaga við Myllánna av nýggjum.

Ein ferð var gjørd norður til Mikladals, at hyggja at, hvussu ein mylla virkar, og hvussu alt verður gjørt. Tá ið vit høvdu hugt at mylluni, fóru vit til gongu oman í fjøruna at hyggja at Kópakonuni, ið stendur har sum eitt prýði. Tá varð tosað um, at tað hevði verið gott um, vit høvdu okkurt, sum kundi

gjørt tað, at vit fingu fleiri ferðafólk til bygdina.

Tá kom hugskotið um søgnina um Seyðamannin á Sondum, at hetta skulu vit fara vit at arbeiða fram ímóti.

Vit settu okkum í samband við Hans Paula Olsen, og vit greiddu honum frá, hvat ætlanin var. Hans Pauli var jaligur, og bað okkum fáa eina tekning til

vega. Nú vóru góð ráð dýr, tí eingin av okkum dugdi at tekna ein hest við

einum manni á, og ei heldur eina huldukonu, men onkur hjálpti okkum.

Viðvíkjandi tí fíggjarliga fingu vit ráðgeving frá teimum, sum skipaðu

fyri Kópakonuni. Tað var góð hjálp at fáa, tí teir greiddu frá, hvat vit

skuldu gera.

Vit fingu nógv góð hugskot frá Hans Paula, hvussu standmyndin skuldi

vera, og eisini høvdu vit fundir, har vit umrøddu hvat uppskot um standmynd var best.

Vit komu so til eina niðurstøðu saman við Hans Paula,

um hvat vit skuldu arbeiða víðari við. Ja, so byrjaði ferðin við Hans Paula,

ein kann siga, at tríggir ólærdir menn innan list fóru inn í ein ókendan

heim við einum serkønum listamanni.

Hetta hevur verið ein drúgv ferð, har vit ofta skuldu sannførast, um tey

ymisku hugskotini, sum Hans Pauli kom við. Ofta skiltu vit ikki, hvat tað var

hann meinti við. Men tá ið hann greiddi frá, hvat tað var,

hann meinti við, so skiltu vit tað. Hetta hevur verið ein drúgv ferð og til

tíðir eisini ein strævin ferð, og fleiri ferðir skuldu vit verða snnførdir um

ymiskar broytingar, sum hann kom við.

Men nú stendur standmyndin her, og hvat er tað sum vit hava fingið. Jú

eina frálíka standmynd, sum vit øll kunnu verða errin av, har Hans Pauli tulkar

søgnina, um Seyðamannin á Sondum. Vit síggja seyðamannin koma ríðandi á sínum hesti við stakkinum, og eftir bardagan við huldukonuna hevði hann bara ermuna eftir. Vit síggja huldukonuna standa í Húsagjógv, har hon heldur um høvdið, tí at hon hevur mist sín reyða stakk.

Á baksíðuni á steininum, sum stendur við gøtuna til standmyndina, er ørindi:

"Systir, systir stíg í stórum,

kanst tú mannin ná!

Seyðamaðurin á Sondum

stjól mær stakkin frá!"

Á framsíðuni á steininum er varðin avmyndaður, sum stendur við

Sálarbótsá. Hestaskógvurin á steininum, er ímynd av hestasporinum í helluni í

Sálarbótsá. Á plátuni eru nøvnini á teimum, sum stuðlað hava.

"Kastaði hann seg av hestinum

inn um kirkjugarð,

ólukkutíð! At stakkurin

kom fastur har."

"Pakka teg nú burtur,

títt satans ónda trøll!

Her er Gud og kirkjan,

trífoldigheitin øll!"

"Pakka teg nú burtur,

tað sigi eg for vist!

Her stendur hann uppmálaður

tann Harra Krist!"

"Bardust tey um kirkjugarð,

so illa tað til gekk,

hann fekk aðra ermuna,

hon skerdan bulin fekk."

Eg vil hjartans fegin takka fyri allan tann stuðul, sum vit hava fingið.Eingir

stuðlar, eingin standmynd. Eisini vil eg fegin takka øllum teimum, sum á

ymiskan hátt hava hjálpt so væl til.

Eg fari eisini eg takka fyrireikingarbólkinum, fyri tað nógva

og til tíðir strævna arbeiðið sum her er lakt í, og ikki minst tað tolið, sum

eisini hevur verið brúk fyri. Tað hevur til tíðir verið strævi, men so

sanniliga hevur tað verið tað vert.

Í fyrireikingarbólkinum eru: Dagbjørn Hansen, Sonni Nielsen og Sjúrður Poulsen

Nú stendur standmyndin her, takið væl ímóti henni.

Takk fyri.

Dagbjørn Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder