Leygardagin 19. juni verður hátíðardagur í Sandavági, tá stóra standmyndin av Seyðamanninum á Sondum verður avdúkað.
Síðan februar 2016 hevur ein arbeiðsbólkur við Dagbjørn Hansen, Sjúrða Poulsen og Sonna Nielsen arbeitt við eini ætlan at reisa eina standmynd av Seyðamanninum á Sondum. Hans Pauli Olsen, myndahøggari varð biðin um at evna standmyndina til, og er verkætlanin væl stuðlað av fyritøkum og einstaklingum úr Vágum, og øðrum fyritøkum í Føroyum. Vága kommuna hevur fyrrreika økið har standmyndin stendur, beint við vøkru Sandvágs kirkju.
Kvæði um Seyðamannin á Sondum er væl kent í Vágum.
Tað vóru vinmenninir Jóannes Michelese í Húsi (1824-1850) og Jógvan Niclasen í Lon (1821-1852), báðir úr Miðvági, sum yrktu kvæðið um seyðamannin á Sondum, eftir søgn sum livað hevur á manna munni í Vágum.
Søgnin sigur:
???Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla.???
Í samband við avdúkingina verður hátíðarhald í Sandavági, leygardagin 19. juni kl. 16.00. Eftir ráðførslu við koronaráðgevingina, verður mett at tað ráðiligt at halda tiltakið, sum verður uttandurða, við góðum møguleika fyri at halda frástøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald