Mentan

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 18. September

...

2021-09-15 14:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin.

Leygardagin 18. September verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði, hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini.

Í ár eru 6 Veðrar at taka.

Kostnaðurin fyri túrin er 100 krónur, her er avmarkað luttøka. Hetta er samstundis ein lutaseðil uppá eitt feskt tjógv av Stakkinum, lutaseðlarnir verða trektir undir uppboðssøluni.

Eftir døgurðan verða 2 veðrarflettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú er tombola aftaná uppboðssøluna og seinni um kvøldið verður dansur í bygdarhúsinum við Hallur Joensen.

Staksnevndin v/Jógvan Magnussen

Tlf 29 46 16

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder