2013-08-29 12:41
- Virkisætlanin MÁL OG MIÐ fyri skúlaárið 2013 ??? 2014 er góðkend av myndugleikunum, ið eru við í SSP samstarvinum. Virkisætlanin tekur støði í teirri vitan og ynskjum, ið koma fram í økisbólkunum.
- Av røttum ber til at siga, at vit vinna land. Vit eru øll vit, ið luttaka í tí tvørprofessionella arbeiðinum í SSP og vilja virka við til at skapa bestu fortreytir fyri at okkara børn og ungu fáa neyðuga førningin at liva og megna lívið. Hetta gerst best í tøttum samstarvi við foreldrini, ið eru besta fyribyrgingin.
- At fremja hetta í verki krevst, at tað er semja og undirtøka frá bæði skúlastýri, leiðslu skúlans og flokslærarunum. Ein fortreyt at SSP lærararin fær umstøður at arbeiða og røkja sín setning at fáa SSP arbeiði í skúlanum at bera til.
- Ímeðan vit arbeiða við almennu fyribyrgingini í SSP, skulu vit somleiðis vera við í átakinum um fráboðanarskylduna ???Børn hava rætt til eitt gott lív???. Tí dygg og munagóð hjálp í tøkum tíma kann byrgja fyri álvarsligum inntrivum seinni í uppvøkstrinum. Í hesum kemst ikki uttanum tað góða tvørprofessionella samstarvið, ið er ein fortreyt at tryggja børnum og ungum eitt gott lív at mennast í.
- Kommunurnar í Føroyum fegnast um fyribyrgingararbeiði í SSP-samstarvinum, sum røkkur børnum og ungum um alt landið, verður sagt í tíðindaskrivi frá SSP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald