Vinna

Spennandi størv, í nýggjum umhvørvi og við nýggjum bygnaði

...

2018-03-28 10:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðinum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum.

Búeindirnar á Sýnini eru liðugt umbygdar í apríl og við nýggjum bygningi og nýggjum bygnaði eru virkisøkini broytt. Vit søkja sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar at byrja 1 maj, ella eftir nærri avtalu. Søkjast kann á Miðstovu, Uppstovu og Rehabiliteringsdeildina. Sí niðast ???innihald og møguleikar ??? í størvinum.

Starvskarmar- og innihald

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er, at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum.

Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og at tey eru miðdepilin í teimum heilsutiltøkum, sum kunnu basa ella minka um váðafaktorar hjá borgaranum.

Eftir nýggja bygnaðinum krevst at starvsfólkið:

· Greinar og setur í verk viðkomandi faklig tiltøk í sambandi við demens, rehabiliteing, skerdan virkisførleika og palliatión

· Er við til at fáa greiðu á likamligum, sálarligum og sosialum váðafaktorum.

· Setur í gongd og er við í heilsutiltøkum, sum kunnu basa ella minka um ávirkan av váðanum.

· Arbeiða, ráðgeva og vegleiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi í gerandisvirkinum

· At seta í verk sjúkrarøktarfaklig tiltøk, veita sjúkrarøkt við atliti til tilfeingi, vitan, vilja og mentanarligum og/ella átrúnaðarligum tilknýti.

· At vegleiða borgaran um nýtt arbeiðslag, sum kemur í staðin fyri mistan virkisførleika.

· At endurhugsa og eftirmeta,???við javnt og samt??? at eygleiða og meta um borgarans støðu.

· At hava sína fakligu vitan dagførda.

Førleikakrøv

· Hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.

· Hevur prógv og autorisatión sum heilsurøktari.

· Hevur prógv sum heilsuhjálpari

· Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni tilgongd til arbeiðið

· Skal megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í

· Skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum rehabiliterandi toymi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd

· Hava vitan og áhuga í at mennast og megna at skapa eitt lærandi umhvørvi

· Skal hava evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

· Verða empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.

Vit bjóða

· Eitt spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum í nýggjum umhvørvi og í nýggjum starvsfólkatoymi

· Undirvísing og menning í skipaðum felagsskapi og fastlagdir fundir

· Stóra ávirkan á menningina av rehabiliteringina í Heimatænastuni í Vágum

Setanarviðurskifti

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvaðandi feløg.

Upplýsingar um størvini

Meira fæst at vita um størvini við at ringja til fyrisitingina 793200 millum 10.00 ??? 13.00.

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: [email protected]

Umsókninar skullu vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 13 apríl 2018 kl. 12.00. Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leys av nýggjum.


Eitt sindur um innihald og møguleikar á ymisku yrkisøkjunum

Á 1. hædd á Sýnini koma heimahjálpin, heimasjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutur og ergoterapeutur at haldi til, umframt frisør og fótarøktari. Stór venjingarhøll er til allar fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjingar til stórar og smáar bólkar, og smærri rúm eru til ergo- og fysioterapi. Undirvísingarrúm bæði til starvfólk, avvarðandi og borgarar. Eitt stórt rúm er mitt á hæddini, sum kann brúkast til kaffistovu, undirvísing, tiltøk, føðingardagar hjá húsfólkunum, andaktir og annað.

2. hædd á Sýnini, Miðstova: 20 húsfólkarúm, eldra- og demensheim: Fokus er á socialpædagogiskari minniskveikjandi røkt, sum er serliga góð til demensrakt, saman við góðari sjúkrarøkt. Starvsfólk verða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Rehabiliterandi arbeiðsgongdir skulu síggjast aftur í allari tænastuni.

3. hædd á Sýnini, Uppistova: 10 búpláss til eldraheim og 7 stovur á rehabiliteringsdeildini
Uppistova: Dentur verður lagdur á góðar røktar-, sosialpædagogiskar- og rehabiliterandi arbeiðsgongdir. Starvsfólk verða sjúkarrøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.

Rehabiliteringdeildin: Deildin hevur tilboð innan rehabilitering og umlætting. Ein stova verður pallivativ. Starvsfólk verða sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar.

Í IvansHúsi verður dagtilboð til heimabúgvandi, ið kunnu koma dagliga. Eitt nú verður møguleiki at skipa fyri tímatilboðum, at fáa sær døgurða ella aðrari sosialari samveru. Dag- og tímatilboð verða býtt upp í ymiskar meiningsfullur aktiviter.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder