2014-05-17 15:26
Fiskimálaráðið, ið hevur eina játtan at stuðla viðarvøkstur runt um í landinum, hevur játtað Sørvágs kommunu kr. 30.000,00 til at seta runnar og trø niður á Rossatrøðni í Sørvági.
Emil, Marita og Kenneth standa so hugagóða og gróðurseta 700 runnar og trø. So er at vóna, at tað gróðursetta festir rót og verður til fragd fyri eyga hjá okkum, sum búgva her og eisini teimum, sum fara framvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald