Mentan

Sørvágs Country- & Blues festivalur fram í dag

...

2014-06-14 22:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skráin í dag byrjar klokkan 14.30, tá Kapteyn Gardar og Stampi hava stórt og gott undirhaldi fyri børnini og kl. 15.30 fer ungdómsorkestrið BBIW, sum eru næmingar í Musikkskúlanum í Vágum, at framføra á Lítla palli.

Í gjárkvøldið hevði Cor Sanne eina fantastiska framførslu við teirra fyrra parti av ???Back to the country??? showi og dag kl. 16.00 fer Cor Sanne aftur á pallin, tá kemur seinni partur av ???Back to the country???.

Eftir hesa góðu byrjan upp á festivaldagin verða framførslur, skiftandi millum lítla- og stóra pall, hvønn fullan tíma líka til klokkan 03 komandi nátt, tá uppruna manningin í Vestmonnum, ??lavur Højgaard, Martin Joensen, Niels Olsen, og Bogi Olsen, við góðari hjálp frá Arnbjørn Sivertsen, Rúna W. Højgaard og Edith Dahl Jakobsen enda Sørvágs Country- & Blues Festival 2014.

Atgongumerkjasølan opnar í gamla Eik banka kl. 13, kostnaðurin fyri dags atgongumerki er, vaksin 15+ ár - 500 krónur og 200 krónur fyri børn 7-14 ár, børn 0-6 ár hava ókeypis atgongd.

Skráin fyri dagin er henda:

14.30 Kapteyn Gardar og Stampi

15.30 BBIW

16.00 Cor Sanne ???Back to the country???

17.00 Eivind & vinmenn

18.00 Blátt gras

19.00 Vintage (í Wild West)

20.00 Lív Næss & Tróndur Enni

21.00 Hallur Joensen

22.00 Halleluja Sofus

23.00 Billy Yates

00.00 Evi Tausen

01.00 Flamma

02.00 Uni Debess

03.00 Vestmenn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder