Greinina skrivaði Dennis Holm
Mynd: Álvur-Vigdis
Eldraøkið í Suðuroynni er skipað í samstarvi millum kommunurnar í oynni undir heitinum Bú- og Heimatænastan í Suðuroy. Bú- og Heimatænastan veitir tænstur á eldraøkinum, sum m.a. fevna um búpláss á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum, heimarøkt, dagtilhald, mattænastu og venjingartilboð av ymiskum slagi.
Frá byrjan hava venjingartilboðini fevnt um tilboð til fólk, sum búgva á ymisku heimunum, og um tilboð til fólk, sum koma til venjingartilboð, sum fysio- og ergoterapi-toymið hjá Bú- og Heimatænastuni skipar í venjingarhølum, í ítróttarhallum og í svimjihøllini Páls Høll.
Seinastu mánaðirnar hevur fysio- og ergoterapi-toymið hjá Bú- og Heimatænastuni sett á skrá royndarverkætlan við gerandis-rehabilitering. Høvuðsendamálið við verkætlanini er at borgarin fær ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag. Fleiri tiltøk verða sett í verk, m.a. venjing og ADL-venjing, sum fevnir um alt tað ein gerð í sínum gerandisdegi, so borgarin í størsta mun gerst sjálvbjargin í gerandisdegnum. Við at seta gerandis-rehabilitering í verk, endurvinnur borgarin mistar førleika, og verður betur førir fyri at megna at taka hond um sín egna gerandisdag. Tiltøkini verða framd í heiminum og nærumhvørvinum hjá borgaranum.
Royndarverkætlanin hevur fevnt um einstakar borgarar í økinum og endar royndarverkætlanin 31. mars. Eftir hetta verður gjørd eftirmeting og tillagingar, so gerandis-rehabilitering kann fevna um allir borgarar, sum hava tørv á tí.
Ein av teimum, sum hevur luttikið í royndarverkætlanini er 71 ára gamli Álvur Magnussen í Vági.
Ein sólskinsøga við gerandis-rehabilitering
Mynd: Álvur við morgunmatarborðið
Áðrenn Álvur Magnussen gjørdist partur av royndarverkætlanini fekk hann heimarøkt 3-4 ferðir um dagin. Álvur fekk hjálp um morginum, til at vaska sær, lata seg í klæðir og morgunmat, og um kvøldið til nátturða og at lata seg úr stuðulssokkum. Í vikuskiftinum fekk Álvur eisini hjálp á miðdegi. Men eftir bert 3-4 vikur er hetta alt broytt.
Vigdis Nolsøe, ergoterapeatur hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, er ein teirra, sum hevur staðið fyri royndarverkætlanini. Vigdis greiður frá, at fyrst vóru vit á heimavitjan, har vit tosaði við Álvur um hvørjir trupulleikar, avbjóðingar hann hevði í gerandisdegnum, um hvat hann vildi blíva betur til. Saman við Álvur var ein greiðir málsetningur við tíðarætlan settur. Vit hava eitt tvørfakligt toymið við ergo- og fysioterapeutum, røktarstarvsfólkum og deildarleiðara, har vit m.a. avtala hvør ger hvat, og har vit allatíðina eftirmeta málsetningin. Vit stremba eftir, at øll, eisini Álvur, eru greið yvir hvørjar uppgávur tey hava, hvat avtalur eru gjørdar og hvat tað er vit arbeiða fram mót, greiður Vigdis frá.
Mynd: Álvur í trappunum
Álvur var frá byrjan sera jaligur um ætlanina og hevur frá fyrsta degi lagt stóra orku í at verða virkin og venja fyri at náa teimum málum, sum vit í felag hava sett, greiður Vigdis frá. -Og nú 3-4 vikur eru síðani vit byrjaðu, megnar Álvur nógv av teimum tingunum, sum hann fyrr fekk hjálp til frá heimarøktini. Hetta merkir eisini, at Álvur er farin frá at hava heimarøkt 3-4 ferðir um dagin, til at hava eina stutta vitjan um kvøldið, sigur Vigdis Nolsøe. Vigdis sigur víðari, at Álvur er blómaður upp av nýggjum og hann megnar betur at taka hond um sín gerandisdag, hóast vit ikki eru liðug enn við gerandis-rehailitering.
Tilgongdin við Álvur vísur greitt, at gerandis-rehabilitering er vegurin fram, greiður Vigdis frá, og leggur afturat, at bara uppá fáar vikur hevur Álvur endurvunnu førleikar, soleiðis at hann í nógv størri mun klárar seg sjálvan, og megnar betur at taka hond um sín gerandisdag. -Og vit hava longu sett næstu málini saman við Álvur. Við gerandis-rehabilitering kunnu vit leggja lunnar undir, at borgarar, sum eru komnir til árs og sum hava mist ella eru í vanda fyri at missa førleikar, kunnu endurvinna førleikarnar og fáa ein meira virknan, innihaldsríkan og ikki minst virðiligari gerandisdag, har tey í so stóran mun sum tilber klára seg sjálvan, sigur Vigdis Nolsøe.
Anna Djurhuus, leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, sigur, at vit sum leiðsla síggja tað, sum sera týdningarmikið fyri tann einstaka borgaran at halda seg ???vaknan??? og virknan sum longst, so borgarin fær eitt gott og meiningsfult og innihaldsríkt lív og kann vera í egnum heimi sum longst.
Og vit gleðast eisini um, at skipanin við gerandis-rehabilitering hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy í næstum fer at fevna um allar borgarar í oynni, sum hava tørv á hesum tilboði, og ganga vit einari spennandi tíð í møti, sigur Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænstuni í Suðuroy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald