JN

Sólarmyrking og ferðavinna

...

2014-03-10 20:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í sambandi við at tað nú er um at vera júst eitt ár til sólarmyrkingina í 2015, skipar Ferðavinnufelagið fyri einum felags tiltaki fyri alla ferðavinnuna á Hotel Hafnia t. 21. mars.

Byrjað verður við fyrilestrum kl. 16, og síðani verður farið beinleiðis til veitsluborðhaldið kl. 19.30. Millum fyrilestrahaldararnar verður avstralska Kate Russo, sum sjálv er sólarmyrkingarjagari. Hon fer at tosa um fyrimunir og avbjóðingar, ið standast av eini sólarmyrking sæð úr einum ferðavinnuligum sjónarhorni. Eisini fer Niclas Heri Jákupsson at hava ein fyrilestur um lívsgleði og sølu.

???Sólarmyrking og ferðavinna??? hevur til endamáls at samansjóða vinnuna og at geva luttakarum høvi til at savna seg um sólarmyrkingina og viðgera møguleikar og avbjóðingar, ið standast av eini tílíkari serstakari hending um okkara leiðir. Nærri kunning um prísir og tilmelding fæst við at venda sær til skrivaran í Ferðavinnufelagnum ([email protected], tel. 739911).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder