
Vit søkja eftir einum dugnaligum Sosialráðgeva til eitt avbjóðandi starv, á einum spennandi arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv á 39 tímar um vikuna.
Starvið skal setast tann 1. januar 2018 ella skjótast til ber.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Arbeiðið fevnir millum annað um málsviðgerð, kanningar og samrøður við bæði børn og vaksin.
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal vera útbúgvin sosialráðgevi, ella hava aðra samsvarandi útbúgving, sum er viðkomandi, í mun til barnaverndarøkið.
Ynskiligt er, at umsøkjari hevur royndir við at journalisera.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Umráðandi er at tann, ið settur verður,
??? er fleksibul, arbeiðssamur og hevur góð samstarvsevnir.
??? er ábyrgdarfullur, miðvísur og kann arbeiða sjálvstøðugt
??? er jalig/ur av lyndi og dugir at síggja loysnir.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Johansen, leiðara, á telefon 794430 ella á teldupost [email protected]
Umsókn
Umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndum og revsiváttan, skal vera Barnaverndartænastuni í Vágum, Jatnavegi 2, 370 Miðvági ella [email protected] í hendi í seinasta lagi 17. november 2017.
Seturnarsamrøður verða í viku 47.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald