Heri Árnason Simonsen: Søgan hjá "Vón" undir seinna heimskríggi (4. partur av 4)- Sandavágsmaðurin, SIgurð Rudolf Frants Simonsen (1912-1994) - Peni-Sigurð greiddi frá í 1989. Abbasonurin, Heri tók upp og hann hevur snøggað og klipt samrøðuna til hendan miðilin. Hetta er 11. partur av samlað 11 pørtum við bandaðu frásøgnini hjá Pena-Sigurð. Hesin parturin snýr seg um tey seinastu krígsárini. Stuttligar hendingar komu eisini fyri, m.a. tá Mortan í Hvannasundi mistók "Vón" at verða eitt íslendskt verjuskip. Sigurð hevur sum skipari á Vón ein stuttligan samanbrest við eitt sløkkilið hjá amerikanska herinum í Reykjavík aftaná eina misskiljing. Stóra dramatiska hendingin í 1944 er tá eitt bretskt herskip við einum skipara, ið var gamal trolaraskipari úr Fleetwood bjargar Vón frá at reka á land við Snæfellsnes. Hetta er 11. og seinasti parturin av frásøgnini hjá Sigurði frá 1989. Á myndini sæst Sigurð saman við konuni, Marthu fødd Joensen úr Jógvanstovu í Leirvík (1910-1995).
Trýst á pílin fyri at hoyra Sigurd greiða frá.
Um tú ert á telefon, trýst so fyrst á "listen in browser".
Hoyr eisini:
Peni Sigurd greiðir frá slektini og barnaárum sínum í Sandavági
Peni-Sigurð fer til skips við Seagull í 1927
Peni-Sigurð var við Ekliptiku, ið kom í sama ódnarveður sum tók Immanuel og Lauru í 1932
Jóan Jakku keypir Sólarris og Peni-Sigurð møtir Marthu
Peni-Sigurð giftist Marthu, fær stýrimansprógv og byrjar ætlanina at byggja Vón
Peni-Sigurð roynir trolfiskiskap við bretskum trolara og fer við Sólarris til Grønlands í 1937
Peni-Sigurð stríðist við at fáa Vón liðugt bygda
Søgan hjá Vón undir seinna heimskríggi (1. partur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald