KVF.fo:Heilsufrøðiliga starvsstovan fer undir verkætlan, sum skal ala okkum frá ridluskriða. Løgtingið er biðið um 879.000 kr. í eykajáttan til kanningina.
legurnar hjá 1200 seyðum í átta høgum skulu nú kannast fyri at vita, um seyðurin hevur ridluskriða. Endamálið er at royna við kynbótararbeiði at ala okkum frá ridluskriða í Føroyum. Í sætta eykajáttanaruppskotinum hjá landsstýrinum í hesum fíggjarárinum - uppskotið varð lagt fram í dag - verður biðið um 879.000 kr. til verkætlanina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu.
Ávístur í 1984
Ridluskriði varð fyrstu ferð ávístur í Føroyum í 1984. Eftir 1984 hava einstakir tilburðir av ridluskriða verið. Í fjør varð ein tilburður fráboðaður og staðfestur á Skælingi, í Skælingshaga norður. Í ár er støðan har versnað. Hildið verður, at har hava verið okkurt um 20 tilburðir í ár. Tríggir teirra eru staðfestir á kanningarstovu.
Harumframt er seyður við sjúkueyðkennum sæddur í Skælingshaga suður. Ígerðartíðin er sera long. Seyður kann ganga við sjúkuni alt lívið uttan at vísa sjúkutekin. Tí roknar Heilsufrøðiliga starvsstova við, at fleiri seyðir enn teir, sum verða fráboðaðir, hava sjúkuna. Sjúkan kann verða flutt millum øki og millum oyggjar við seyði, sum er frískur smittuberi.
Tí er vandi fyri, at frískir smittuberar eru nógva staðni í Føroyum. ??tlanin er nú at kanna allan seyðin í báðum raktu høgunum á Skælingi og í seks grannahøgum.
Sløk millión í eykajáttan
Landsstýrið bað í dag løgtingið um 879.000 kr. í eykajáttan til kanningina. Játtanin hevur skund, tí arbeiðið skal gerast, tá fjøllini verða gingin um ikki so langa tíð. Livandi seyður verður eisini genkannaður, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Tey, sum eiga hagarnar, har seyðurin skal kannast, taka undir við verkætlanini, sigur landsdjóralæknin. Eftir kanningina, sum nú skal gerast, verður lættari í framtíðini at forða fyri, at ridluskriði ger um seg, tað skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald