2018-05-13 20:05
Í gjárkvøldið var stór veitsla á Giljanesi - tað var meginfelagið fyri dansifeløgini - Sláið Ring - sum helt 40 ára veitslu.
Nógv fólk vóru til veitsluna, borðreitt varð í ítróttarhøllini, borðhaldið var gott við sera góðum mati, nógvar talur vórðu hildnar, har feløgini í Sláið Ring ynsktu móðurfelagnum øll góð ynskji.
Aftaná borðhaldið varð dansað í fimleikarahøllini.
Myndir: Jóanis Albert Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald