Vinna

Slættaberg siglir inn við 900 tonsum

...

2014-01-13 00:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Slættaberg fór í morgun at sigla inn við 900 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað á feltinum sunnanfyri - heilt suður ímóti ES-markinum.

Slættaberg fer á Kollafjørð við veiðuni, teir verða á Kollafirði á miðnátt og skulu byrja at landa kl. 1 í nátt.

Tá ið vit tosaðu við teir fyri løtu síðan, var fríkst lot á leiðin har teir vóru staddir.

Les eisini: Norðborg siglir inn fullfermd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder