Vinna

Slættaberg er farin til Bremerhaven

...

2018-11-26 22:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Slættaberg fór úr Føroyum við kós í ein landsynning um vikuskiftið og kom seinnapartin í dag til Bremerhaven í Týsklandi. 

Tá ið vit tosaðu við Hanus Hansen í kvøld fyri at vita hví Slættaberg er farin til Týsklands, sigur reiðarin, at skipið er farið til Bremerhaven í Týsklandi fyri at tað skal vera lættari hjá møguligum keyparum at hyggja eftir skipinum.

Fólk hava javnan spurt eftir skipinum, men enn er einki blivið burturúr nakrari sølu.

Slættaberg er bygdur í 1995 á Flekkefjord skipasmiðjuni í Norra, og kom í føroyska flotan 2012.

Slættaberg stendur til sølu fyri 32 mió kr.

Fleiri føroyskt uppisjóvarskip standa á sølulista - vit kunnu nevna Fram, Høgiklettur, Arctic Voyager, Slættaberg, Hoyvík og Jupiter.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder