Mentan

Skúlin við Streymin ??? Ein arkitektonisk perla í Sundalagnum

...

2020-10-06 12:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin, 18. oktober frá kl. 14.00, verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at síggja Skúlan og Ítróttahøllina við Streymin. Tey, ið hava áhuga, kunnu melda seg til eina rundvísing á skúlanum.

Verkætlanin, sum byrjaði 1. desember 2016, er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, ið nú rúmar øllum næmingum frá 1.-10 flokk er bygdur saman við verandi skúla og má sigast at skúladepilin nú er vorðin ein sonn arkitektonisk perla í Sundalagnum.

Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk.

Tilmelding til rundvísing
Rundvísingin í nýggja skúlaum verður skipað soleiðis, at øll, sum hava áhugað, kunnu fara á heimasíðuna www.sunda.fo og melda seg til. Rundvísingin er sjálvsagt ókeypis, men má skipast við eini tilmeldingarskipan, soleiðis at ov nógv fólk ikki verða savnað samstundis.

??? Skráseting til rundvísing í nýggja skúlabygninginum

100 fólk kunnu luttaka til hvørja rundvísing, sum byrjar við einum stuttum filmsbroti.

Bispur vígir skúlan
Tað verður Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum hósdagin 15. oktober kl. 15.00 vígir Skúlan við Streymin. Orsakað av korona-tilmælunum er vígslan einans fyri innbodnum. Vígslan verður stroymd beinleiðis á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, og vóna vit at mong nýta høvið at fylgja við hátíðarhaldinum har.

Sunnudagin 18.oktober, sum kunnugt, er møguleiki hjá almenninginum at tekna seg til rundvísing, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder