Vinna

Skroypiligi sáttmálin

...

2018-12-16 21:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá lógin um sjófeingi kom í gildi,fór sáttmálin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið ??R gildi.
Tá fortreytin í sáttmálanum var,at reiðarin/skipið høvdu fiskirættindini nú var burtur - tí veiðiloyvini vóru strika/inndrigin - og nýggju veiðirættindahavarnir,ið ikki vóru sáttmálapartur/ sáttmálabundnir,var
neyðugt at gera munandi broytingar/ásetingar í nýggjan sáttmála,har ein
FORÐING /BINDING - FYRI at hesir R??TTINDAHAVARAR høvdu møguleika til m.a.at:

- Vera leysir av at løna fiskimonnum sambart sáttmála við reiðarar.
- Vera leysir av frábýtisrættinum,ið er avgerandi fyri hýruásetingar.
- Kunnu áseta samsýningina til reiðarar/skip fyri at veiða kvotu/kvoturnar
hjá rættindahavarum.
- Kunnu brúka hýruna hjá fiskimonnum sum parametur í kappingini um
veiðirættindini.
- Kunnu tvinga vertikala integrering inn í skipanina og manipulera við
avreiðingarprísinum .
- TÍSKIL máað grundarlagið undan HÝRUNUM hjá fiskimonnum .

Men av óskiljandi orsøkum EG ikki kenni og eittans broyting,ið gevur
fiskimonnum heilar 150kr/dg,tó í mesta lagið í 30dg vegna arbeiðsskaða,
har reiðari hevur skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina og
minstulønina,bleiv útgingni sáttmáli aftur longdur,uttan atlit til nýggju
lógina um sjófeingi.
Tær avleiðingar sum uppboðssølugjøld/veiðigjøld/menningarkvotur og manglandi gjøgnumskygni við veruliga søluprísinum/marknaðarprísinum á veidda fiskinum hava fingið og sum ídag skapa rumbul,óskil og ónøgd hjá fiskimonnum,ERU í veruleikanum manglandi DAGF??RINGAR/TILLAGINGAR
Løgtingið fer neyvan at tillaga lógina um sjófeingi soleiðis,at galdandi
sáttmáli verur hóskiligur/nýtiligur.
Um føroyska fiskimannastættin og framtíðarmøguleikar hjá ungum
føroyingum á sjónum skullu varðveitast,er neyðugt við átøkum ið muna betur
á sáttmálaøkinum.
Tí stilli eg upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag

Vestmanna 16 12 2018

Axel Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder