Hetta seinasta árið hevur lært okkum ??? bæði sum einstaklingar og sum samfelag ??? hvussu krevjandi tað er atvinna á einari farsótt. Serliga hava vit sæð tørvin á einari týðiligari politiskari leiðslu. Ein kann sjálvandi verasamdur ella ikki samdur í hvønn veg skal gangast, men vit kunnu ikki lasta okkara politikkarum fyri at tey ikkihava megna at sett felags átøk í verk fyri at basa smittuni.
Vit eiga at hugsa um kynsligan ágang, sum eina farsótt
Hendan ???farsóttin??? kemur av og á upp til vatnskorpuna og nemur við tilvitskuna hjá flest øllum. Í flestu førumkemur tað av, at miðlar og onnur seta sjóneykuna á álvarsligar einstaklinga hendingar, ella sum nú, tá ljósverður varpað á kanning um harðskap og ágang.
Í kjalarvørrinum á hesum sæst stórur politiskur áhugi, m.a. verður sagt, nú úrslitini av kanningini eru løgd fram,at eingin í Føroyum skal vera fyri harðskapi ella ágangi, at vit skulu krevja eina null-hugsjón og at arbeiðið við atbasa harðskapi og ágangi, er ikki liðugt.
Alt í alt gott og gagnligt, men tá dustið hevur lagt seg, verður farsóttin aftur goymd ella gloymd. Og eisinipolitiski áhugin minkar til fyrimuns fyri onnur ???týdningarmikil??? mál.WHO lýsir harðskap og kynsligan ágang sum størsta fólkaheilsutrupulleikan í okkara tíð. Bæði vegna álvarsliguskaðaárinini, sum tað hevur við sær á einstaklingar ,familjur, nærumhvørvi og samfelag. Men eisini vegna vavið.Vit vita ikki hvussu nógv børn og ung vaksa upp við kynsligum ágangi í Føroyum. Rætt og slætt tí at mestiágangurin ongangtíð kemur fram í dagsins ljós.
Tíbetur eru politikarar frammi og hava vilja til at verða týðilig í útsøgnini um at eingin skal vera fyri kynsligumágangi. Vit saknað tó, at sjóneykan verður sett enn meira á at gera eina tílíka visión til veruleika.Land okkara hevur góðar møguleikar at fremja hesa visión til munagóðan praksis. Vit vita tað, tí vit síggja, at ádagstovnum, skúlum og øðrum virkjum og stovnum, eru nógv, sum fegin vilja gera nakað við hesa avbjóðingina.
Men vit vita eisini, at tað eru krevjandi uppgávur, sum starvsfólkini standa frammanfyri:Eingin avbjóðing er torførari enn at spyrja um ágangEingin ótti er størri enn at mistonkja onnur fyri at hava gjørt seg inn á eitt barnEingin sjálvsábreiðsla er meiri pínufull enn at føla, at ein hevur svikið eitt barnEingin ótti er størri enn at risikera at fara skeiv/ur
Og álíkavæl verður verður væntað at starvsfólk bróta tøgnina og siga frá. Fyri barnsins skuld.Vit vita øll at kynsligur ágangur hendir, og vit vita øll at tað er skaðiligt. Tað sum er krevjandi, er at grípa inn.Tað merkir at vitan má mennast til førleika.KRIS hevur eina null hugsjón, um at eingin í Føroyum skal vera fyri kynsligum ágangi. Vit standa heilhugaði aftanfyri visiónina. Brúkið okkum !
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald