2014-06-25 12:16
Landsverk:
TUNNILSGERÐ: Lagið var gott á Viðoynni mánadagin, tá spaki varð settur í fyri nýggju og nógv umrøddu farleiðini til Viðareiðis.
Tað var landsstýrismaðurin i fíggjarmálum, Jørgen Nicalsen, sum fekk heiðurin at seta spakan í fyri verkætlanini, ið snýr seg um ein 1.939 metrar langan tunnil og 3.700 metrar tilkoyringarvegir Hvannasundsmegin og úr Miðdali til bygdina á Viðareiði.
Hetta hendi mikudagin umleið ein kilometur norðan fyri støðina hjá Landsverki í Hvannasundi, har skipað varð fyri einum lítlum hátíðarhaldi í sambandi við dagin.
At døma eftir uppmøtingini er má áhugin fyri Viðareiðistunlinum sigast at vera sera stórur, tí helst væl oman fyri hundrað fólk, ið høvdu nýtt høvið at vera við til at seta skjøtil á verkætlanina. Eftir at Ewald Kjølbro, stjóri, hevði bjóðað mannfjøldini vælkomnari, fekk avvarðandi landsstýrismaður, Jørgen Niclasen, orðið.
- Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll og serliga tykkum, sum búgva á Viðareiði ella javnan nýta farleiðina. Talan er um eina verkætlan, sum kanska hevur møtt eitt sindur av mótstøðu, og tað hevur tikið tíð at koma hertil. Men síðani vit fingu ætlanina samtykta í Løgtinginum, so tykist tað, sum um tann mótstøðan er burtur. Tað vóni eg í hvussu er, tí eg eri sannførdur um, at tørvur er á at dagføra hesa farleiðina, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, áðrenn hann loysti fyrsta flagið sum tekin um, at nú verður farið undir at útinna verkætlanina.
Sagt verður annars um verandi farleið, at verandi vegur til Viðareiðis liggur nógvastaðni í brattlendi, og trupulleikar standast javnan av, at grót rullar á vegin. Skriðulop og skalvalop koma fyri, har onkuntíð hevur verið neyðugt at steingja vegin í upp til fimm dagar. Við nýggju farleiðini verður hesin vansin og vandin burtur.
Verandi farleið eftir landsvegnum úr Hvannasundi til Viðareiðis varð tikin í nýtslu fyrst í seksti-árunum. Áðrenn hetta varð siglt úr Hvannasundi til Leiti, haðani vegur var til Viðareiðis. Byrgingin um Hvannasund varð tikin í nýtslu í 1975, og tá var koyrandi allan vegin millum Klaksvík og Viðareiði.
Tá tilboðini vóru komin inn, gjørdist beinanvegin greitt, at neyðugt var at finna sparingar onkursvegna.
Hetta hevur latið seg gera, uttan at tað hevur gingið út yvir dygdina á verkætlanini, verður sagt. Spardar eru umleið 25 mió. krónur í mun til tað, sum bíligasta tilboðið upprunaliga ljóðaði uppá. Tað eydnaðist millum annað við avtalu við Viðareiðis kommunu, ið hevur sýnt góðan vilja at finna ein loysn á tí spurninginum, sigur landsstýrismaðurin.
Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyrdu 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar.
Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur. Nú byrjar arbeiðið, og sett verður fyrst á at bora Hvannasundsmegin. Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møguligt avlop verður lagt í grótbrotið Viðareiðismegin til møguligar ætlanir hjá kommununi.
Nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan takast í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2017.
Her eru fitt av myndum frá hátíðarhaldinum í Hvannasundi.
(Myndir: Kári Mikkelsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald