Tí at eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi latið tykkum fáa, at Harrin Jesus ta náttina, sum hann varð svikin, tók breyð og takkkaði og breyt tað og segði: "Hetta er likam mítt, sum er fyri tykkum; gerið hetta til mínar áminningar!" Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: "Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum; gerið hetta, so ofta sum tit tað drekka, til mínar áminningar!" Tí at so ofta sum tit eta hetta breyðið og drekka kalikin, boða til deyða Harrans, inntil hann kemur. Hvør sum tess vegna etur breyðið ella drekkur kalik Harrans óverduliga, hann verður sekur í likami og blóði Harrans. Men hvør maður viti efti hjá sær sjálvum, og síðan eti hann av breyðinum og drekki av kalikinum. Tí at tann, sum etur og drekkur, hann etur og drekkur sær sjálvum til dóms, tá ið hann ikki ger mun á likaminum.
Mentan
Skírhósdagur
...
2018-03-29 09:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald