Hátíðarløta var á Sjónámi , tá 7 Skipsatstøðarar fingu prógv. Hetta er fyrsti flokkur av fulltiknum skipsatstøðarum, ið hava tikið útbúgvingina sum eitt samanhangandi skeið.
Á floksmyndini ovast fv: Martin Andriasson Olsen, Dánjal Lysholm Jensen, Sigmundur Annifinnson Ellingsgaard.
Frá vinstru í neðra: Tummas Ellingsgaard, Jógvan Sveinbjørnsson Poulsen, Páll Haldansen.
Símun Esmar Vágsá vantar á myndini.
Virðislønir til dimittendarnar við hægstu próvtølum vóru lætnar av Fiskimannafelagnum:
- Sigmundur Annifinnson Ellingsgaardfekk Mont Blanc fyllupenn keyptur hjá Niels L Arge.
- Tveir vóru javnir við næst besta úrsliti;Dánjal Lysholm Jensenfekk grindaknív sum Hans Jørgen Nysted hevur gjørt ogTummas Ellingsgaardfekk ein kikara keyptur hjá Jógvan Weihe.
Ídnisvirðisløn (e-bók) var latin av Banknordik tilSigmund Annifinnson Ellingsgaard.
Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag ??tróðrarmanna helt røðu og Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum handaði virðislønir og segði nøkur orð.
Hanus G Johansen spældi nakrar frálíkar sangir eftir Pól F.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald