Vinna

Skipini.fo: Nýggju skipamyndirnar lanseraðar

...

2013-10-06 15:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skipini.fo. sum er ein heimasíða, sum leggur stóran dent á skipstíðindir og myndir av nýggjum og gomlum skipum, skrivar:

Tað vóru nøkur, sum longu royndu nýggju skipamyndirnar í gjár, men í dag verða tær lanseraðar.

Tær næstan 400 myndirnar vit sjálvir hava tikið, liggja inni frammanundan, men vit vóna at fleiri fólk eisini fara at leggja sínar egnu myndir inn. Hetta er nakað nýtt í Føroyum og er ikki roynt fyrr uppá hendan mátan.

Skipanin er lík eldrimyndir.fo og dals.fo, har tú ritar inn við Facebook og so leggur tú eina mynd inn, men afturat myndini kanst tú eisini leggja upplýsingar inn um skipið. Bæði føroysk og útlendsk.

Vit gleða okkum til at síggja nógvar myndir.

Royndarútgávan kann finnast við at trýsta á "Skip" í valmyndini. Hetta er ein liður í fleiri betringum, sum vit fara at gera í komandi framtíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder