Mentan

Skipið í Eyðunsurð er frá uml. ár 960

...

2018-04-18 21:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í Eyðunsurð, sum er á sandinum í Sandavági, liggja rovini av einum skipi - Søgn er, at í gomlum døgum rendi eitt útlendskt skip á land á Sandavágssandi, tí staði, ið nú verður rópt Eyðunsurðin. Høvuðsmaðurin á skipinum æt Eyðun. Summir siga, hann var finni, og aðrir, hann var Íri. Hesin Eyðun var maðurin, ið Eyðanstova hevur fingið navn eftir.

Nógv hevur verið tosað um, hvussu gamalt skipið man vera. Í dag fingu vit at vita, at fyri nøkrum árum síðan eru kanningar gjørdar av viði av skipinum, tað var Klæmint ??sterø sum í ár 2.000 fekk kanningina gjørda á Aalborg Universitet, har hann las tá.

Vit hava í dag tosað vi Klæmint ??sterø, hann segði at kanningin varð gjørd eftir Kol 14-háttinum og vísti, at viðurin av skipinum er frá umleið ár 960, at tað nú er tíðarfest hvussu gamal viðurin á skipinum er, er sera áhugavert og gott fyri søgu okkara og ikki minst Sandavágs Søgu.

Íslendinga søga skrivar um, at í ár 1006 fórst Íslendingurin Eyðum Festargarmur undir Føroyum, um so samband kann verða millum skipið sum rendi á land á Sandavágssandi og íslendingin Eyðun Festargarmur, hevði verið sera áhugavert at fingið kannað.

Niðanfyri er eitt brot úr Fróðskaparriti nr. 21

Eyðun eru í Sandavági, í Gøtu og í Svínoy. I Færøernes Oldtidshistorie nevnir Niels Winther, at Eyðun Festargarmur fórst undir Føroyum ár 1006, og fleiri bygdasøgur vita at siga frá navninum í gamlari tíð. Staðanøvnini eru fleiri: Eyðunsmørk í Porkeri, Eyðunsmerkur á Sandi, Eyðunsstova og Eyðanshálvmørk í Sandavági, Eyðunsbøur í Nólsoy, Eyðabøur í Norðragøtu og Eyðamørk á Húsum. 1 Norðoyum og kanska aðrastaðni við hevur navnið verið Eyði.

Les eisini:

Skipið í Eyðunsurð kemur undan í harða streyminum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder