Tíðindaskriv ??? Skeið fyri avvarðandi at rúsmisnýtarum
Nakra ferð um árið skipar Blákrossheimið fyri skeiði fyri avvaraðandi av misnýtarum. Næsta skeiðið verður aftur 12-14. septembur 2013. Fyri at gera tað møguligt hjá fólkið, ið arbeiða at koma verður skeiði hildið 12. og 13. um kvøldið, frá kl. 18 til kl. 21, og tann 14. frá kl 8.30 til kl.14. Skeiðið er ætla fólki í øllum aldri, ið hava onkran í familjuni við rúsdrekka/rúsevnis-trupulleikum.
Tað er trupult at liva saman við fólki, sum hava rústrupulleikar. Sjálvt um misnýtarin fer í viðgerð, er tað ikki vist, at familjan fær tað betri. Sum avvarandi er skjótt at gerast partur av misnýtsluni hjá einum øðrum, og tú kanst sum oftast einki gera fyri at steðga misnýtsluni. Tað truplasta er kanska, at tú ongan hevur at tosa við, sum skilir tína støðu.
???Tey flestu, ið hava verið til skeiðið eru ógvuliga væl nøgd,??? sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum. ???Tey læra betur at skilja seg sjálvi, at taka sær meira av sær sjálvum og at taka betur avgerðir.???
Á skeiðnum greiða fólk frá lívi sínum sum avvarðandi hjá misnýtarum. Eisini hava ráðgevar, sálarfrøðingar og onnur fyrilestrar um sera viðkomandi evni. Hesir hava drúgvar royndir at vegleiða og ráðgeva tí truplu støðu, tey eru í. Umframt hetta eru eisini bólkasamrøður, har luttakararnir sita saman í bólk við fólkum, sum hava verið í somu støðu. Hetta er eitt sera gott forum, har loyvi er at siga alt, og øll skilja tað, ið verður sagt.
Skeiðið hevur tveir uppfylgingardagar við einum mánað ímillum, og síðan einaferð eftir 6 mánaðir. Til undirvísingina eru luttakararnir saman, men í sambandi við bólkasamrøður, koma fólk frá somu familju ikki at verða í sama bólki.
Skeiðið verður hildið í Kaffihúsinum í Tórshavn. Skeiði kostar 500 kr og freistin at tekna seg er fríggjadagin 6. septembur. Tekning og meira kunning um skeiðið eru á heimasíðuni hjá Bláa Krossi Føroya, www.blakross.fo.
Hvat siga fólk?
"Skeiðið hevur verið ótrúliga gott fyri meg, og eg havi tað nógv betri nú. Eg havi eisini fingið mót uppá at gera broytingar í mínum lívi. Maðurin og eg snakka saman aftur nú."
"Tað hevur hjálpt mær at viðurkenna, at støðan er, sum hon er. Eg føli, at skommin er minkað."
"Gott at verða saman við onkrum, sum skilir, at tað er loyvt at hava trupulleikar."
"Eg havi tað nógv betri síðan eg var á skeið. Eg eri ikki so stúrin longur."
"Tann dagin eg fataði, at tað var eg, sum skuldi taka ábyrgd, hendi broytingin."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald