JN

Skattamálið um vinningsbýtið í Hægstarætt

...

2013-08-06 17:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TAKS hevur gjørt av at skjóta sakarmálið um kapitalvinningsskatt hjá partaeigarunum í P/F Vinnuni í Gøtu inn fyri Hægstarætt. Stutt eftir, at Eystari landsrættur segði dóm í málinum í fjør, vendi TAKS sær til Kamaradvokatin í Danmark um ráðgeving. Niðurstøðan hjá Kamaradvokatinum var, at TAKS eigur at royna málið í Hægstarætti.


- Vit halda framvegis, at alt ikki er farið rætt fram í málinum um vinningsbýtið hjá P/F Vinnuni. Tað styrkir bara okkara støðu, at Kamaradvokaturin í Danmark tekur undir við okkum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Eftir niðurstøðuna hjá Kamaradvokatinum, søkti TAKS tíðliga í ár um at sleppa í Hægstarætt við málinum. Procesbevillingsnævnet, ið tekur støðu til, hvørji mál sleppa at verða roynd í Hægstarætti, gav stutt fyri summarfrítíðina tilsøgn um, at TAKS fær møguleikan at royna málið í Hægstarætti.

- Hetta er eitt prinsipielt mál, ið er torskilt og snýr seg um nógvar pengar. Tað kundi sjálvandi verið freistandi - fyri frið skyld - at lagt hetta málið á hillina, men tað er okkara skylda sum skattamyndugleiki at fylgja slíkum málum upp. Tað gera vit nú við at royna málið í Hægstarætti, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Tað er ikki enn greitt, nær Hægstirættur fer at viðgera sakarmálið millum TAKS og partaeigararnar í P/F Vinnuni í Gøtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder