2020-10-26 20:31
Fimtanda bókin í røðini SKAKANDI TILBURÐIR er komin út.
Bókin er innbundin, 142 blaðsíður og kostan 259 kr.
Í bókini eru 13 spennandi tilburðir úr øllum landinum.
Millum annað kann man lesa um hending, tá føroyskur trolari fekk russiskan kavbát í trolið. Drong, ið royndi at gera rørbumbu, sum brast í hondi og hann misti fingrarnar. Vágbing, sum var avbyrgdur í tjúgu mánaðir í ísinum. Ein gátufør hending við hundi, sum kom afturíaftur eftir 3 mánaðir.
Umframt fleiri aðrar skelkandi hendingar eru at lesa í bókini.
Tað er forlagið Føroya Met, sum hvørt ár gevur bókina út. Rithøvundur er John Myllhamar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald