Politikkur

Sjúrður Skaale vil spjaða heldur enn savna

...

2013-08-19 04:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Takk fyri aftursvarið, Sjúrður Skaale. Tað er púra rætt. Eg fari ikki at brúka krútið móti tær, tí orkan verður nýtt til at stuðla fiskimálaráðharranum konstruktivt. Tá tað er sagt, eru vit ikki ósamdir um, at tú hevur verið ein góður umboðsmaður. Tú hevur gjølliga greitt frá føroysku sjónarmiðunum, og fyri tað hevur tú rós uppiborið. Eg eri hinvegin ósamdur um framferðarháttin, tí tú setur kritisku spurningarnar, meðan stríðið er í gongd. Stríðið er ikki øðrvísi enn ein fótbóltsdystur. Vit mugu stríðast og halda fokus til síðsta bríksl. Til altjóða gerðarætturin er komin til eina niðurstøðu. Tástani kunnu vit evaluera. Hvat gjørdu vit rætt. Hvat gjørdu vit skeivt. Hvussu gera vit tað betri. Fara vit til hendurs, meðan dysturin er hálvrunnin, er tað tað einasta, ið ikki má henda, tí vit mugu standa saman úteftir. Vit eru ikki í einari óvanligari støðu, tí altjóða ósemjur eru ikki nýggj fyribrigdir. Her eru øll triks galdandi. Um vit byrja at pilka við hvønn annan, seta spurnartekin við, um framferðarhátturin er rættur, kemur tað okkum aftur um brekku, tí fíggindin fylgir við almenna kjakinum. Um politikarar sáa iva og mistreysti, brúka teir ivasemið móti okkum.Tá er títt íkast til fánýtis, tí avleiðingarnar kunnu verða, at vit ikki fáa okkara rætt til uppisjóvarfiskin. Tískil skulu vit, sum sita við valdinum, fara stillisliga við hurðunum. Eru vit ósamdir, sum vit hugsjónarliga eru, skulu vit halda ósemjurnar innanborða. Siga tað, sum sigast skal, á røttum stað.

Lobbyisma
Vit eru somuleiðis ósamdir um, hvussu vit handfara almennu áskoðanina. Sjálvandi hevur tað týdning, at almenningurin er á okkara síðu, men vit kunnu heldur ikki vera bláoygd og halda, at almenningurin hevur síðsta orðið. Tað kemur til eina og hvørja tíð at vera limalondini í ES. Tískil nyttar lítið at tekkjast donsku fjøldini, tí Danmark hevur tikið støðu: teir atkvøddu móti handilsbanninum. Sostatt hevur tað eydnast Sjúrða Skaale, fólkatingsmanni, Kaj Leo Holm Johannessn, løgmanni, og Jacobi Vestergaard, fiskimálaráðharra, at ávirka donsku stjórnina. Skulu vit hava almenningin við okkum, skulu vit fáa Írland, Skotland, Holland og Týskland á okkara síðu, men tað koma vit ikki, tí tey røkja síni egnu áhugamál. Akkurát sum Føroyar. Men vit mugu heldur ikki gloyma, at fiskivinnan í Hollandi og Týsklandi hava lítið og einki at siga, tí hon hevur lítlan týdning fyri stóra búskapin. Tí hevur stríðið ikki stóran týdning fyri almenningin. Vit eru hinvegin endað í klørnum á uppisjóvarvinnuni, sum hevur nógvar pengar. Pengar, ið verða nýttir til lobbyismu. Sostatt mugu vit taka dystin upp og fáa okkara egnu lobbyistar, sum kunnu ávirka støðutakanina í Bruxelles. Her kunnu vit ávirka avgerðina.

Uppboðssøla
Eg setti ítøkiligan spurning: hvussu samsvarar uppboðssølan við lága prísin, sum tú førdi fram í kjakinum. Fekk einki svar, men eg geri enn eina roynd. Hvussu kanst tú samantvinna uppboðssøluna við vánaliga prísin, tá tað ikki hevur nakað við hvørt annað at gera? Prísurin á heimsmarknaðinum verður defineraður av útboði og eftirspurningi. Hvussu nógvar krónur vil keyparin lata fyri eitt kilo av makreli. Tað hevur einki við tilfeingisbúð at gera, hvussu nógvar krónur afrikanarar vilja lata fyri eitt kilo av uppisjóvarfiski. Uppboðssølan snýr seg hinvegin um, hvussu nógvar pengar landskassin fær. Dýrari reiðaríini keypa fiskin, minni verður profitturin. Sostatt skilji eg ikki, hvussu tú samantvinnar vánaliga prísin við uppboðssøluna. Vónandi kanst tú koma við einari grundgeving.

Starblindur
Í endanum rør tú fram undir, at eg fylgi fiskimálaráðharranum blint. Hetta er ikki satt, tí eg haldi meg kunnaðan. Sigi mína meining á røttum stað. Ikki við almenningin. Her eru vit ósamdir, tí tú nýtir fjølmiðlarnar. Tað er eftir míni bestu sannføring ikki skilagott, tí tað kann hava neiliga ávirkan á okkara støðu. Lobbyistarnir kunnu brúka tað móti okkum. Vit mugu ikki gloyma, at politiska skipanin stendur aftan fyri fiskimálaráðharran. Vit mugu síggja veruleikan í eyguni. Vit eru í opnum stríði við ES. Kunnu ikki bakka, tí annars missa vit á stokkinum. Standa við ongum.Tað er ikki uttan orsøk, at vit verða útihýst av ES, tí vit eru øll samd um, at vit hava rætt til størri pelagiska kvotu. Tað er okkara tjóðarrættur. Vit vóru ongantíð komin í hesa støðu, um ikki allir flokkar tóku undir við leistinum. Vit mugu standa saman, meðan ástendur. Halda fast, meðan vit kunnu. Tískil er tað óheppið, at Sjúrður Skaale roynir at spjaða, tá vit skulu gera alt fyri at savna.

Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder