Politikkur

Sjúrður Skaale ein trojanskur hestur

...

2013-08-16 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað ljóðar kanska ógvusligt, tífólkatingsmaðurin hevur grundgivið sakliga fyri okkara sjónarmiðum, menseinastu tíðina hevur hann vent byrsuni móti okkara egnu. Í kjakinum róði hannfram undir, at vit stardu okkum blind í Jacobi Vestergaard, tí um landsstýrismaðurinsegði 30%, segði fjøldin 30%. Segði hann 10%, søgdu øll 10%. Um fiskimálaráðharrinbiður okkum hoppa, spyrja vit hvussu høgt. Ikki hví? Sjúrður Skaale hevur ongaorsøk at stúra. Um politisku flokkarnir vóru ósamdir, kundu teir koyrt landsstýrismanninfrá. Tað hava teir ikki gjørt, tí flokkarnir eru samdir um, at Føroyar eiga størrilut av pelagisku kvotuni. Tískil er tað óheppið, tá Sjúrður Skaale sáar iva ogmistreysti millum flokkarnar.


Publicdiplomacy
Í kjakinum kom Sjúrður Skaale við hugtakinum, public diplomacy, har hann greiddi landsstýrismanninumvið fiskivinnumálum frá, at tað var týdningarmiklari at vinna almenna rúmið ennat stríðast við samráðingarborðið. Tað er valla nøkur loyna, at fólktingsmaðurinhevur serstakliga góð evnir at vinna og tekkjast fjøldini, tað hevur hann prógvað,men landsstýrið hevur gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði, tá tað kemur tilhandfaranina av stríðnum. Tað er ikki danska fjøldin, ið vinnur okkum rættindini,men samráðingarnar við hini strandalondini. Gamaní, public diplomacy kannleggja trýst á donsku politikararnar, men sjálvt um Jacob Vestergaard opinberaðiseg á DR1, hevði tað ikki havt nakra veruliga ávirkan, tí Danmark hevur einkiat siga alíkavæl. Um tað er satt, sum Sjúrður Skaale sigur, skal JacobVestergaard ikki tekkjast donsku fjøldini, tí Danmark atkvøddi móti stongslinum,men heldur fólkinum í Írlandi, Skotlandi ella Hollandi, tí tey atkvøddu fyrihandilsbanninum.

Lobbyistar
Hevur verið eitt politiskt ókorrekt orð, tí teirarbeiða oftast fyri stórkapitalin. Røkja egin áhugamál, tykist fatanin millummanna. Nú á døgum tráa vit eftir lobbyistum. Løgmaður segði í kjakinum, at hannikki vildi hava ein, men fleiri. Tað eru nýggir tónar, tí vit mugu ikki gloyma,at stríðið snýr seg ikki bara um skilvísi ella sakligar argumentatiónir, meneru vit endaði í klørnum á uppisjóvarvinnuni í ES. Tá tað er sagt, havagrundgevingar alt at siga, tá tað kemur til strandalandasamráðingarnar, menminni týdning, tá ES lóggevur fyri sínum egnu sjónarmiðum.
Við at áseta størri kvotu fáa tey minni.Trupulleikin er ikki bara vit, tí um t.d. Írland ella Skotland ikki vóru í ES, gjørduteir tað sama, men av tí at teir eru partur av common fishery policy (felagsfiskivinnupolitikkinum), eru teir bundnir at avgerðini hjá ES.  Teir havagivið ræðisrættin frá sær. Tískil má uppisjóvarvinnan nýta onnur og øðrvísi háttaløg.Millum annað at steingja og útihýsa Føroyum. Vit kunnu gera sum Sjúrður Skaale ogroyna at vinna fjøldina, men tað broytir einki. Tey hava onga ávirkan. Ongaavgerð. Ístaðin skulu vit vinna á lobbyistunum í Bruxelles. Geva teimummótspæl. Leggja okkara sjónarmið fram á røttum stað. Tað gera vit best, umpolitiska skipanin stendur saman.

Uppboðssøla

Tað var somuleiðis undranarsamt, at Sjúrður Skaalebyrjaði kjakið við at tosa um uppboðssølu. Um útlutan av kvotum og politiskarivanstýring. At landsstýrið var atvoldin til, at sild og makrelur vóru seld fyriundir eina krónu kilo. At tilfeingisgjaldið var upprunin til, at skip siglduvið undirskoti. Uttan at fara í dýpdina við uppboðssøluni, tí er tað nakað, ið spjadir,er tað hon. Vit eiga heldur at standa saman. Standa saman um okkara rættindi.At vit hava tjóðskaparlig rættindi, sum eru fevnd av ST havrættarsáttmálan. Vitmugu fyri guðs skyld ikki vevja uppboðssøluna í stríðið við ES, tí tað er eininnanhýsis bardagi, sum flokkarnir taka í heyst, ella fyrst í komandi ári, tákvotan skal ásetast av nýggjum. Tá kunnu vit kjakast um, um vit skulu hava tilfeingisgjald,uppboðssølu ella einki. Eg havi ein spurning til Sjurða Skaale viðvíkjandiprísinum, sum hann kom við í kjakinum. Kann Sjúrður Skaale greiða frá, hvíprísurin er so lágur? Hvussu lági prísurin samsvarar við

 uppboðssøluna?

Fantastiskhandfaring
Skal til síðst rósa løgmanni, Kaj Leo HolmJohannesen, og fiskimálaráðharranum, Jacobi Vestergaard, fyri gott arbeiði. Nógvarrøddir hava verið frammi um, hvussu landsstýrið átti at handfarið máliðøðrvísi. Millum annað skulu vit leggja grundgevingarnar fram. Halda okkum burturfrá samráðingunum. ??tihýsa útlendingum, meðan handilsbannið er galdandi. Ráðinitróta ikki, men løgmaður og fiskimálaráðharrin hava rós uppiborið, tí teir havaeina miðvísa ætlan, sum teir halda fast við. Tá kann SjúrðurSkaale føra public diplomacy og undirhalda fjøldina, meðan teir koma viðgrundgevingunum á røttum stað.

HanusSamró
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder